dagarnir fram til summarfrítíðina

Nú styttist til summarfrítíðina, men enn er nógv at gera 🙂

 

7/6-17 ítróttardagur í Nólsoy : vit fara vit Ternuni kl. 7.55 av Bursatanga, vit møta kl. 7.45, vit koma inn aftur kl. 13.00 úr Nólsoy. ( allir næmingar skulu hava matpakka við og okkurt at drekka. vera í klæðum at rørara seg í úti ) Klokkan verður áleið 13.30 tá vit eru aftur í Havn og síðani koyrir bussur okkum til Velbastaðar og Kirkjubøar. Teir næmingar sum skulu í frítíðarskúla verða sett av har.

9/6-17 – vit grilla í skúlanum um viðrar. tit fáa sms, um næmingarnir ikki skulu hava matpakka við

13/6-17 – Annika Olsen, Borgarstjóri pg Gunnvør Balle, forkvinna í Mentanarnevndini vitja í skúlanum. Næmingarnir hava fyrireika serligan morgunsang tann morgunin.

14/6- 17 Mið og Elsta deild fara á seturskúla inn á Strendur. kunning um hetta verður latin næmingunum í vikuni

Yngsta deild hevur hugnadag í skúlanum, tit heinta næmingarnar í skúlanum í staðin fyri í Frítíðaskúlanum, tó í seinastalagi kl. 17.00

20/6-17 Skilnaðarløta fyri Elstu deild. kunning um hetta seinni

22/6-17 seinasti skúladagur.

 

um okkurt annað kemur á skrá fáa tit kunning um hetta.