Kunning frá felagsforeldrafundinum

Kunning frá skúlanum:

Tá tíðindi hava skund, fáa foreldur sms um hetta. Annars sær út til at foreldur eru røsk, at vitja heimasíðuna, tað gleðast vit um.

Heimasíðan / serliga til heimaarbeiði skal gerast lættari at lesa

Tað er ikki loyvt, at hava leikur við í skúla

Minnist til endurskýn

tá vit leiga buss….hevur hesin altíð trygdarbelti til øll

Tá tit biðja næmingar frí: meiri enn tveir dagar, skulu umvegis leiðsluna, annars er nokk at siga tað við læraran.

tá barnið er sjúkt, sendi vinarliga eitt sms

Vit fara at gera nógv burturúr svimjing í ár. Gott um allir næmingar hava svimjibrillur, og minnist til at geva børnunum okkurt við til matna, meðan vit ganga oman í Steinatún, tey eru orduliga svong aftaná. Avgjørt varð saman við teimum, sum møttu á fundi, at tey sum fara at svimja, skulu ikki hava skúlatasku við.

Um tit broyta tlfnr og ella annað…vinarliga boða frá, so vit hava uppdateraðan lista.

 

Joan Neshamar