Starvsfólk

Joan Neshamar : Skúlaleiðari

Joan Neshamar

Skúlaleiðari

joan.neshamar@skulin.fo
Petur Veihe : Elsta deild, 223397

Petur Veihe

Elsta deild, 223397

petur.veihe@skulin.fo
Saranja Hammer : Elsta deild,

Saranja Hammer

Elsta deild,

saranja.hammer@skulin.fo
Katrín S. Reynisdóttir : Miðdeild, 589898

Katrín S. Reynisdóttir

Miðdeild, 589898

katrin.s.reynisdottir@skulin.fo
Halldóra Dam : Yngsta deild, 269246

Halldóra Dam

Yngsta deild, 269246

halldora.dam@skulin.fo
Katrin í Gerðinum Olsen : Mið deild

Katrin í Gerðinum Olsen

Mið deild

Katring@olivant.fo
Herolv Ellingsgaard : Húsavørður, 212511

Herolv Ellingsgaard

Húsavørður, 212511

Arbeiðir í skúlanum aðru hvørja viku


Heilsufrøðingur 

Hervør Jacobsen er heilsufrøðingur í skúlanum, hon er nakrar ferðir um árið og hevur viðtalur. Næmingarnir fáa tá kannað eygu og oyru, umframt mátað hædd og verða vigað. Heilsufrøðingurin tosar við øll børnini í bólkum og sum einstaklingar. Tó ber altíð til at venda sær til heilsufrøðingin umvegis telefon 302515 / 562355, ella til t-post  hervorj@gigni.fo  um okkurt er at spyrja um.

Skúlastýrið og foreldraráð

Skúlastýrið

Skúlastýrið verður valt 4. hvørt ár, samstundis sum bý- og bygdarráðsval eru. Formaðurin er eitt foreldraumboð, skúlaleiðarin er skrivari, 2 umboð eru fyri foreldrini, 2 umboð fyri býráðið og 1 umboð fyri lærararnar.

Sitandi skúlastýrið 

  • Jan Otto S. Holm, formaður
  • Joan Neshamar, skrivari
  • Marin Katrina Frýdal, býðráðslimur
  • Elin Lindenskov, býráðslimur
  • Guðrið T. Patursson, foreldraumboð
  • Tina Ragnudóttir, foreldraumboð
  • Lis Drayton Hansen, tiltakslimur
  • Katrín S. Reynisdóttir, lærararumboð

Foreldraráðið

Umboð til foreldraráðini verða vald á árliga felagsforeldrafundinum. Ein kontaktpersónur verður valdur sum samskipari av tiltøkunum fyri hvørja deild. Høvuðsuppgávan er at skipa fyri tiltøkum, sum kunnu økja um samanhaldið millum næmingar, lærarar og heimið.

Reglur fyri foreldraráðini

§ 1Foreldraráðini hava til endamáls at virka fyri áhugamálum, sum kunnu vera børnum og skúla at gagni, og stuðla skúlanum sum millumlið millum heim og skúla.

Foreldraráðið kann skipar fyri tiltøkum í samráð við skúlan, og veita eina hjálpandi hond, tá skúlin/lærari skipa fyri tiltøkum.

§ 2Foreldraráðið kann vera hoyringspartur hjá skúla og skúlastýri, umboðandi foreldrini.

§ 3Valið til foreldraráðini fer fram á fyrsta felags foreldrafundinum í skúlaárinum.

§ 4Tvey umboð verða vald fyri hvønn árgang. Høvuðshugsanin er, at tað er barnið, sum er umboðað av foreldrinum, og at foreldrini at einstaka barninum kunnu skiftast at møta í foreldraráðnum ella møta bæði.

§ 5 Skúlastýrislimir eiga ikki at verða valdir sum foreldraumboð.

§ 6Nýggja foreldraráðið kemur saman fyrstu ferð í seinasta lagi tvær vikur eftir valið.

§ 7Bók eigur at verða førd yvir, hvørji tiltøk foreldraráðið skipar fyri, nær tey eru, hvussu undirtøkan er og hvussu tiltakið er eydnast. Foreldraráðið hevur bókina í varðveitslu og letur hana ganga í arv til teirra, ið taka við.

§ 8Foreldraráðið kann vísa skúlaleiðsluni og skúlastýrinum á átøk ella tiltøk, ið bøta um trivnaðin í skúlanum.

§ 9Foreldraráðið er virkið frá tí, at tað verður skipað stutt eftir fyrsta felags foreldrafund í skúlaárinum til fyrsta felags foreldrafundin árið eftir.