Skráin fram til jóla

Góðu foreldur og næmingar! 

 

Komandi dagarnar arbeiða næmingar við fyrireikingum til jóla, tó verður vanliga skúlagongdin ikki heilt niðurløgd. Tá vit koma inn í desember fara fyrireikingarnar til jólagudstænastuna somuleiðis í gongd. Allar deildirnar hava hvør sína uppgávu í sambandi við jólagudstænastuna.

Tað er sera umráðandi, at næmingar eru væl upplagdir og møta væl upp hesa tíðina. Vit hava brúk fyri øllum hvønn dag.

 

Pakkakalendari

Til morgunsangin í desember fara vit at hava pakkakalendara. Øll skulu hava ein pakka við, sum øll kunnu fáa uttan mun til kyn ella aldur. Pakkin skal kosta 30 – 40 kr. Hann skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 30. des.

 

Leygardagin 3. des.

Jólatræið við skúlan verður tendrað kl. 16.00. Aftaná verður møguleiki at koma inn í skúlan at fáa sær kaffi, kakao og okkurt gott til góman. Tiltakið er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Mánadagin 5. des.

Yngsta deild hevur jólahugna frá kl. 17.00. Av tí at plássið er avmarkað, er jólahugnin bert ætlaður foreldrum. Øll foreldur hava eitt fat við onkrum við til matna. Sum vit eta aftaná framførðsluna.

 

Hósdagin 8. des.

Miðdeildin hevur jólahugna frá kl. 17.00. Kvøldsetan er bert ætlað foreldrum. Øll foreldur hava eitt fat við onkrum við til matna. Sum vit eta aftaná framførðsluna. Onkur fær eitt sms, um at baka eina køku.

 

 

Mikudagin 14. des.

Elsta deild hevur jólahugna fyri foreldrum og størri systkjum, sum ikki ganga í skúlanum frá kl. 18.00. Øll foreldur hava eitt fat við onkrum við til matna. Sum vit eta aftaná framførðsluna.

 

Mándag 19. des.

Seinasti skúladagur fyri jól. Jólatræ verður dansað í skúlanum. Vit leggja dent á at fáa eina hugnaliga og hátíðarliga løtu saman. Tí skulu næmingarnir vera nossliga ílatnir. Næmingarnir fáa frí kl. 13.00.

Jólagudstænasta kl. 17.00 í Ólavskirkjuni í Kirkjubø. Næmingar úr Elstu deild skipa fyri bøn og upplestri. Næmingar úr Yngstu deild ganga Lucia, og næmingar úr Miðdeildini prýða og hava framsýning í kirkjuni.

 

Týsdagin 20. des.

Næmingarnir hava frí og lærararnir rudda í skúlanum. Teir næmingar, sum ganga í frítíðarskúla kunnu fara í frítíðarskúla, sum er opin allan dagin.

 

Mikudagin 4. jan.

Vit fara aftur í skúla.

 

Nógv klæðir liggja í skúlanum, um tit sakna okkurt, kunnu tit hyggja. Klæðini liggja fyri tað mesta í gongini.

 

 

 

 

Vinaliga

 

Velbastaðar skúli

Joan Neshamar, 228607