Velbastaðar skúli

Telefontíð

Ringjast kann til skúlan allar gerandisdagar kl. 8.00 – 8.40 ella kl. 10.40 – 11.30

Um átrokandi boð eru til onkran av lærarunum ber til at ringja á fartelefonina. Tað er ikki altíð møguligt at taka telefonina meðan undirvíst verður. Tí ber eisini til at senda ein t-post ella sms til læraran, lærarin roynir at svara sum skjótast.

Almennar reglur

  • Øll í skúlanum vísa virðing hvør fyri øðrum, og fyri endamáli, tingum og umhvørvi skúlans.
  • Vit eta og drekka ikki í tímunum.
  • Fartelefonir, i-pods og líknandi skulu ikki vera frammi í skúlanum.
  • Yvirklæðir og skiftiklæðir eru í gongini.
  • Í skúlanum ganga næmingar ikki inni í skóm.
  • Skúlataska og amboð eru í lagið (Hjálpi børnum tykkara at hava tað við, sum skal nýtast í skúlanum hvønn dag.)

Hvat væntar skúlin av næmingunum og heiminum?

At næmingarnir:

  • Eru væl hvíldir
  • Møta rættstundis
  • Hava etið morgunmat
  • Hava matpakka við
  • Eru ílatin eftir veðrinum
  • Hava gjørt heimaarbeiði
  • Eru fólkalig og tosa hampuliga við onnur

At foreldrini:

  • Skapa umstøður heima, so at børnini hava umstøður at gera heimaarbeiði
  • Hjálpa børnunum við heimaarbeiðinum og halda omanfyri nevndu reglar
  • Tosa við børnini um týdningin av góðum samanhaldi, vinarlagi, virðing, læring og at skúlin hevur stóran týdning
  • Boða skúlanum frá, um serlig viðurskifti eru galdandi við barninum (t.d sjúka)
  • Virða frídagar skúlans og ikki biðja um frí uttan heilt serligar støður gera seg galdandi
  • Møta til foreldrafundir, viðtalur og tiltøk, sum skúlin skipar fyri

Skúli og Heim

Heimaarbeiði

Skúlin væntar at næmingurin kemur fyrireikaður í skúla hvønn dag. Heimaarbeiðið verður givið næmingunum í eini vikumappu. Deildirnar gera sjálvar av, hvussu tær skipa vikumappurnar. Vikumappan hevur til endamáls at læra næmingin at skipa heimaarbeiðið soleiðis, at eitt sindur verður gjørt hvønn dag og at leggja sær tíðina til rættis sjálvur.

Felagsforeldrafundur

Skúlin hevur ein felags foreldrafund árliga, og verður hesin hildin fyrst í skúlaárinum. Skúlastýrið er við á hesum fundinum. Um lærarin metir tørv verða á tí, er ein fundur í hvørjari deild eisini.

Foreldraviðtalur

Vanliga eru tvær foreldraviðtalur árliga. Tann fyrra fyri heystfrítíðina, og tann seinna fyri páskir. Nær hesar verða er í samráð við flokslæraran.

Fráverur

Heimið skal skrivliga boða skúlanum frá, tá ið barnið hevur verið frá vegna sjúku ella annað. Um neyðugt verður at biðja frí til barnið, kann flokslærarin geva frí í upp til 2 dagar. Verður neyðugt við fleiri døgum, skal leiðslan geva loyvi. Frávera við loyvi er tó eisini frávera.

Frítímar

Er skúlin av einari ella aðrari orsøk noyddur at geva næmingunum frí í úrtíð, verður altíð syrgt fyri, at bussur koyrir eldru næmingarnar heim, og at frítíðarskúlin heintar teir yngru. Um so skuldi verið, fáa heimini boð um hetta.

Frídagar

Skúlin er stongdur teir dagarnar, sum álagdir eru frá Mentamálaráðnum. Skeið áløgd av Mentamálaráðnum, koma umframt vanligu frídagarnar. Tað er tó ikki á hvørjum ári, at Mentamálaráðið bjóðar skeið til allar skúlar.

Skúlin kann eisini vera stongdur, um ikki er koyrandi millum bygda, men verður hetta bert gjørt, um Landsverk og Løgreglan mæla frá at koyra. Ein sms-skipan boðar frá, um bussurin ikki koyrir.

Frítíðarskúli

Næmingar í 1-3 flokki hava møguleika at fara í frítíðarskúla eftir loknan skúladag. Næmingarnir verða avheintaðir í skúlanum og tey ganga niðan í Fríðtíðarskúlan. sí. dagstovnurin á Velbastað

Tiltøk og sambond

 

Trivnaðartúrur

Fyrst í hvørjum skúlaárið verður vanliga skipað fyri einum trivnaðartúri. Ymiskt er hvagar leiðin gongur. Mið- og Elsta deild sova tvær nætur og 1. flokkur eina nátt. Endamálið er at samansjóða næmingar og lærarar tvørtur um floksmørk, at finna felagsstev og sáttmálaarbeiði.

Jólahald

Tá ið jólatræið verður tendrað í bygdini, er skúlin opin. Ymiskt er frá ár til ár, hvussu dagurin verður skipaður.Hvør deild ger vanliga okkurt tiltak fyri foreldrum til jóla. Nær og hvussu hesi verða skipað er í samráð við flokslærararnar.

Áðrenn vit fara í jólafrí, fara vit øll í kirkju. Kirkjugongdin er í Ólavskirkjuni í Kirkjubø, og foreldur og systkin eru vanliga við. Yngsta deild gongur Lucia, Mið-deildin prýðir kirkjuna og Elsta deild skipar fyri upplestri og bøn.

Føstulávint

Vikurnar fram til føstulávint kvøða vit, og føstulávints mánadag møta vit øll grýluklødd. Vit sláa tunnu, fara upp á gólv og fáa eitthvørt lekkurt frá skúlanum.

Setursskúli

Seinast í skúlaárinum fara deildirnar á seturskúla hvør sær. Tað er ymiskt, hvussu leingi og hvar verður farið.

SSS – samstarv

Smá-Skúlar í Suðurstreymoy. Hesir eru Nólsoyar skúli, Kaldbaks skúli og Velbastaðar skúli. Árliga verður skipað fyri tveimum tiltøkum, sum skifta millum bygdirnar. Tað fyrra tiltakið er, at árligi rennidagurin verður samskipaður soleiðis, at skift verður millum at renna í ymsu bygdunum. Tað seinna er at skipa fyri einum ítróttardegi. Hetta samstarv er komið í lag, tí at somu næmingar møtast í Eysturskúlanum, tá ið teir koma í framhaldsdeild, og tá er gott, um teir kenna fleiri, sum teir koma í flokk saman við.

Bussleiðin

Bussleiðin koyrir ímillum Tórshavn, Kirkjubø og Velbastað. Sí ferðaætlanina á www.torshavn.fo

Trivnaður og læring

Trivnaður 

Vitandi, at trivnaður er ein fortreyt fyri góðari læring, tekur skúlin trivnaðin hjá næmingi og lærara í stórum álvara. Vit góðtaka ikki happing og vilja virka fyri, at øll trívast. Sum ein liður í hesum hevur við skúlaársbyrjan seinastu árini verið skipaður ein trivnaðartúrur, og vísir hetta seg at eydnast so mikið væl, at hetta vónandi altíð verður fastur táttur í skúlanum.

Endamálið er at fáa glaðar, tryggar og virknar næmingar, at skapa trivnað, læra tey at virða seg sjálvan, onnur og umhvørvið, vælvirkandi flokkar, næmingar, ið ikki happa og næmingar, sum ikki finna seg í, at onnur verða happað.

Sum skúli hava vit eisini orðað okkara egnu trivnaðar- og menningarætlan, sum skal vera eitt amboð at arbeiða víðari við, at tálma happing og betra um trivnaðin.

Sáttmálin

Arbeitt verður frá skúla byrjan at gera og orða ein sáttmála fyri skúlan. Umframt at hvør deild hevur sín sáttmála. Endamálið við sáttmálanum er, at tryggja bestu karmar og fortreytir fyri, at hava tað gott í skúlanum. Næmingar arbeiða við kenslum, at seta orð á, ymiskleika, viðing og líknandi.

 

Tilbúgvingar- og sorgarætlan

Skúlin hevur eina tilbúgvingarætlan sum skal vera amboð okkara at nýta í teimum førum, har vit hava onkran, sum verður raktur av sorg. Hon skal somuleiðis gera okkum lærarar og starvsfólk í skúlanum tilvitað um tann leiklut, sum vit hava í arbeiði okkara, tá tað snýr seg um at taka hond um teir næmingar, vit hava ábyrgdina av.

Endamálið er at seta orð á, hvussu vit gera, tá sjúka, deyði ella vanlukka rakar okkum í skúlanum ella ein av nærmastu okkara. Vónandi kann tilbúgvingarætlanin lætta um ta truplu støðuna, vit eru í, tá sorgin rakar.

Skipan av skúlagongdini

Skúlin er býttur í tríggjar deildir: Yngsta deild ( 1.-3. flokkur ), Mið-deild (4.-5. flokkur) og Elsta deild (6.-7. flokkur)

Skúlabyrjan

Í yngstu deild eru 3 aldursbólkar saman. Hjá summum børnum kann tað tí vera eitt sindur ørkymlandi at byrja í 1. flokki. Tí er umráðandi, at næmingarnir fáa eina so góða og bleyta innskúling sum gjørligt.

Aftaná innskrivingina í 1. flokk fáa allir innskrivaðir næmingar tilboð um at koma í skúla nakrar dagar í skúlaárinum, áðrenn teir skulu byrja. Teir koma í skúla eina ferð um mánaðin fram til summarfrítíðina og verða harvið ein partur av bólkinum. Hetta er ein skipan sum lærarar, næmingar og foreldur eru sera glað fyri.

Skiftið millum deildir   

Í einstøkum førum kann verða soleiðis, at ein næmingur í samráð við leiðslu, lærara og foreldur velur at verða verandi í einari deild eitt ár afturat. Hetta kann vera bæði av persónligum, fakligum og sosialum orsøkum. Tí verður í skúlanum ikki tosað um, hvørjum flokki ein gongur í, men í hvørji deild.

Skiftið til Havnar

Næmingarnir fara til Havnar í 8. flokk. Avtala er gjørd við Tórshavnar býráð um, at næmingarnir fara í Eysturskúlan.

Kunnandi fundur við foreldur og næmingar um skúlaskiftið er vanliga mars – apríl mánaða. Skúlavegleiðarin í Eysturskúlanum skipar fyri og innkallar til fundin. Næmingarnir fáa frágreiðing og oyðubløð, har teir skulu velja lærugreinir.

Seinast í skúlaárinum fara næmingarnir í Eysturskúlan, har teir verða býttir í flokkar og fáa at vita hvør nýggi flokslærarin er.