Vælkomin aftur í skúla

Gott nýggjár øll somul.

Vit fara nú við góðum treysti í gongd við seinnu hálvu av hesum skúlaárinum.

Nú gongur longu móti ljósari tíðum og gleða vit okkum til eitt spennandi hálvár.

skráin fyri ítróttin er tøk undir deildunum. annars er hon hendan :

 

Góðu foreldur og næmingar!

Ítróttur fram til páskir. Fyrivarni verður tikið fyri óvæntaðum broytingum.

Verður onkur tími avlýstur, so broytist talvan niðanfyri ikki. Vit halda okkum til ásettu dagar.

Mikudagar

Fimleikur í

Hoyvíkar skúla

Svimjing í Gundadali
11. januar   Yngsta deild
18. januar   Yngsta deild
25. januar   Yngsta deild
1. februar   Elsta- og miðdeild
8. februar   Elsta- og miðdeild
15. februar   Elsta- og miðdeild
22. februar   Yngsta deild
1. mars   Yngsta deild
8. mars   Yngsta deild
15. mars   Elsta- og Miðdeild
22. mars   Elsta- og Miðdeild
29. mars   Elsta- og Miðdeild
5. apríl   øll
     

 

Minnist til at hava ítróttarklæði/svimjiklæði, skógvar og handklæði við hvørja ferð. Túrurin er drúgvur, og vit eta ikki matpakka, fyrr enn vit eru aftur í skúlanum 11.30. Tí er gott um børnini hava onkra frukt ella líknandi við.

Vinarliga

Velbastaðar skúli