Børnini verið og skreitt

Í sera góða veðrinum í dag vóru vit ein túr niðri í brekkuni og skreiddu. Flestu børnini høvdu sletu við, so tað lá væl fyri hjá teimum.

Har funnu tey eisini eina deyða myrisnípu, sum lá omaná kavanum. Hon er allarhelst deyð av tí nógva kuldanum, sum hevur verið í nátt.