Endurskinskapping

Góðu foreldur 

Velbastaðar skúli fer nú undir endurskinskapping fyri allan skúlan. Hetta hevur verið roynt í yngstu deild í nøkur ár, og hevur tað rigga stak væl. 

Endurskinskappingin byrjar mikudagin 1. nov. 

Børnini koma í skúla í endurskinsvestið (1. og 2. fl. skulu hava vestar. Tey ið ikki eiga, fáa teir útflíggjaðar), ella endurskinsbandi um armar og bein. Lærarin skrásetir so hvønn næming. 

Føst endurskin, t.d. á taskum og skóm telja ikki við. 

Vónandi er hetta við til at minna á og gera til vana, at børnini sjálvi minnast til at nýta endurskin hesa myrku árstíðina. 

Tann flokkurin sum er raskast at minnast til, at hava endurskin hvønn dag vinnur. Vinningurin verður avdúkaður, tá kappingin endar 1. mars. 

 

Vinaliga

Velbastaðar Skúli