Arbeiðir í skúlanum aðru hvørja viku
Hervør Jacobsen er heilsufrøðingur í skúlanum, hon er nakrar ferðir um árið og hevur viðtalur. Næmingarnir fáa tá kannað eygu og oyru, umframt mátað hædd og verða vigað. Heilsufrøðingurin tosar við øll børnini í bólkum og sum einstaklingar. Tó ber altíð til at venda sær til heilsufrøðingin umvegis telefon 302515 / 562355, ella til t-post hervorj@gigni.fo um okkurt er at spyrja um.
Skúlastýrið verður valt 4. hvørt ár, samstundis sum bý- og bygdarráðsval eru. Formaðurin er eitt foreldraumboð, skúlaleiðarin er skrivari, 2 umboð eru fyri foreldrini, 2 umboð fyri býráðið og 1 umboð fyri lærararnar.
Sitandi skúlastýrið
Foreldraráðið
Umboð til foreldraráðini verða vald á árliga felagsforeldrafundinum. Ein kontaktpersónur verður valdur sum samskipari av tiltøkunum fyri hvørja deild. Høvuðsuppgávan er at skipa fyri tiltøkum, sum kunnu økja um samanhaldið millum næmingar, lærarar og heimið.
§ 1Foreldraráðini hava til endamáls at virka fyri áhugamálum, sum kunnu vera børnum og skúla at gagni, og stuðla skúlanum sum millumlið millum heim og skúla.
Foreldraráðið kann skipar fyri tiltøkum í samráð við skúlan, og veita eina hjálpandi hond, tá skúlin/lærari skipa fyri tiltøkum.
§ 2Foreldraráðið kann vera hoyringspartur hjá skúla og skúlastýri, umboðandi foreldrini.
§ 3Valið til foreldraráðini fer fram á fyrsta felags foreldrafundinum í skúlaárinum.
§ 4Tvey umboð verða vald fyri hvønn árgang. Høvuðshugsanin er, at tað er barnið, sum er umboðað av foreldrinum, og at foreldrini at einstaka barninum kunnu skiftast at møta í foreldraráðnum ella møta bæði.
§ 5 Skúlastýrislimir eiga ikki at verða valdir sum foreldraumboð.
§ 6Nýggja foreldraráðið kemur saman fyrstu ferð í seinasta lagi tvær vikur eftir valið.
§ 7Bók eigur at verða førd yvir, hvørji tiltøk foreldraráðið skipar fyri, nær tey eru, hvussu undirtøkan er og hvussu tiltakið er eydnast. Foreldraráðið hevur bókina í varðveitslu og letur hana ganga í arv til teirra, ið taka við.
§ 8Foreldraráðið kann vísa skúlaleiðsluni og skúlastýrinum á átøk ella tiltøk, ið bøta um trivnaðin í skúlanum.
§ 9Foreldraráðið er virkið frá tí, at tað verður skipað stutt eftir fyrsta felags foreldrafund í skúlaárinum til fyrsta felags foreldrafundin árið eftir.