Lummalyktalesikvøld í yngstu deild 22. november

Lummalykta-lesikvøldið eydnaðist væl. Huglagið var fjálgt og hugnaligt og lagið og lesihugurin ikki minni. Takk fyri tykkara íkast til eitt væleydnað tiltak 😊
Nógvar síður blivu lisnar, sjálvandi av ymsari stødd, men tó 3.800 síður, tá vit taldu upp – ljóðar ótrúligt, men tað var tað, vit komu fram til! So ein tími og eitt korter gera veruliga mun, tá vit í felag nýta hann til samlesing.
 

Næmingarnir søgdu, tá vit eftirmettu:
• Hugnaligt við lummalyktalesing, tá man tendrar lyktina.
• Mamma og eg skiftust at lesa.
• Eg og mamma sótu undir teppinum og lósu.
• Hugnaligt.
• Vit skiftust at lesa.
• Stuttligt.
• Løgið so nógvar lummalyktir tendraðu og at tað var so friðarligt.
• Stuttligt at hava mammu við
• Hugnaligt og stuttligt at lesa bøkurnar. Summar vóru nokkso løgnar
• Ynskt tað var hvørja viku.