Rørslufagnaður 2019

Góðu foreldur

 

Fríggjadagin 24. mai skipa Fólkaheilsuráðið og Tórshavnar Kommuna fyri væl umtókta ABC tiltakinum Rørslufagnaður, ið er gjørt í sambandi við verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu.

Hesaferð verður Rørslufagnaðurin hildin á Ovara vølli í Gundadali.

 

Vit í Velbastaðar skúla vilja sjálvandi vera við. Hesaferð fer 4., 5., 6. og 7. flokkur.

Næmingarnir møta í skúlanum í seinasta lagi kl. 08.20.

Øll skulu hava matpakka við.

Vit taka bussin saman til Havnar.

Tey, sum búgva í Havn, kunnu møta við parkeringsplássið við Badmintonhøllina 20 min. áðrenn tiltakið byrjar.

 

Tiltakið byrjar kl. 10.00 og er liðugt kl 13.00.

Børnini kunnu avheintast við parkeringsplássið við Badmintonhøllina.

Bussurin (leið 6) til Velbastað og Kirkjubø fer úr Steinatúni kl. 13.25.

 

 

Meira kunning um tiltakið sæst á leinkjuni niðanfyri:

http://www.folkaheilsa.fo/news-rorslufagnadur+verdur+i+havn+24+mai.htm

 

Edvin og Petur