Seturskúli

Loksins sleppa vit aftur á seturskúla og hesaferð gongur leiðin til Runavíkar. Seturskúlin er fyri næmingar í 4., 5., 6. Og 7. flokki.

Fráferðin verður mánadagin 17. mai. Bussurin koyrir av Velbastað (Gerðisbreyt)  kl. 10:00.

Vit búgva í Skótahúsinum við Løkin og fara at gista har eina nátt. 18. mai fara vit heim aftur við bussi kl. 11:00. Tað tekur áleið 1-1½ tíma at koyra.

Kostnaður fyri seturskúlan er 150 kr. Gjaldast skal kontant í skúlanum mikudagin 12. mai.

Vit vænta, at øll hava etið ein góðan morgunmat, áðrenn fráferð.

At hava við:

  • Matpakka til at eta á middegi
  • Lak er eitt krav, ið húsið setir øllum, sum gista. Kodda, soviposa, skiftiklæðir, heit klæðir, hosur, stivlar, eyka skógvar, tannbust o.a.
  • Til ber at taka spøl og bóltar við
  • Lummapeningur í mesta lagi 100 kr.

Vit hava tørv á, at foreldur hjálpa til við millummála og morgunmati:

  • 20 bollar x 4
  • 2 pk. djús x 4
  • pk smør x1
  • Ost í skivum x 2
  • Sjokulátaviðskeri x 2
  • Skuffukøka x 2
  • Skorin frukt x 2

Kunnu tit foreldur skriva ella ringja til okkum, um til ber at taka okkurt av hesum við

Vit gleða okkum til túrin !

Beinta tlf. 522266 og Sóleyð tlf. 593487