Starv í Velbastaðar skúla

Starv í Velbastaðar skúla

 

Fyri lærara í barnsburðarfarloyvi verður lýst eftir lærara at byrja 28. september 2020.

Vit sóknast eftir lærara, ið kann vera flokslærari og KT-vørdur og undirvísa í hesum lærugreinum:

  • Rokning í 1. – 3. flokki
  • Heimstaðarlæra 1. – 3. flokki
  • Dreingjaítrótti í 1. – 7. flokki
  • Føroyskum í 1. – 3. flokki

Starvið er tíðaravmarkað. Lønarbrotið er 1,0.

Førleikakrav: Tú skalt hava útbúgving sum fólkaskúlalærari. Tað kann vera ein fyrimunur at hava linjulestur í náttura og tøkni og rokning.

Tann, ið sett/ur verður, skal

  • vera stundislig/ur og nærløgd/nærlagdur
  • vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð móti næmingunum
  • vera við til áhaldandi at menna skúlin
  • hava hug til samstarv og samskifti

Í læraraleiklutin i Velbastaðar skúla leggja vit dent á:

  • reflektión
  • fleksibilitetur
  • dynamikkur
  • kreativitetur

Lønar og setanartreytir:

Talan er um tíðaravmarkað sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Starvið verður lønt sambert avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18,1 – 29,2.

Umsóknin, við CV, avriti av prógvi og møguligum ummælum, skal vera fyrstilæraranum í hendi í seinasta lagi 31. august 2020 kl. 12.00.

Umsóknin skal stílast til:

Velbastaðar skúli

Att.: Trine Joensen, fyrstilærari

Norðuri á Heyggi 19

176 Velbastaður

 

Umsóknin kann eisini sendast við telduposti til trine.joensen@skulin.fo

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Trine Joensen, fyrstilærari, á telefon 25 98 52.

 

Vitjið okkum á www.vel.fo