Tíðindi

Fleiri enn 300 bøkur lisnar

29.11.2021
Leivur Frederiksen

Næmingarnir í yngstu deild hava verið sera røsk at lesa. Fríggjadagin var hátíðarhald, tí nú høvdu tey lisið fleiri enn 300 bøkur tilsamans.

Næmingarnir hugnaðu sær saman við flokslæraranum, Katrín. Floksstovan bleiv prýdd við fløggum, og tey fingu bollar, køkur og kakao.

Næmingarnir í 1.-3.flokki siga, at tey ætla sær at lesa fleiri hundrað bøkur afturat.