Tíðindi

Frálík konsert í Miðheiminum

2.11.2021
Leivur Frederiksen

Við tónleiki úr Afrika, Suðuramerika, Spania, Fraklandi, Eysturevropa og øðrum forkunnugum heimspørtum og londum, hevði tónleikabólkurin Flytifólk konsert fyri næmingunum í Velbastaðar skúla týsdagin 2.november. Okkurt gott føroyskt lag bleiv eisini spælt.

Flytifólk taka børn við sær á eina tónleikaferð til støð, sum bæði eru verlig og hugsað. Teir fýra tónleikararnir – sum spæla klarinett, harmoniku, dupultbass og slagverk – taka tónleikakufferið við sær at erta forvitnið og uppdagingar, so hvørt sum tey spæla løg úr ymsum londum og mentanum og rannsaka kenslur bæði eydnusamar og syrgnar samstundis.

Bæði næmingar og starvsfólk takka fyri eina frálíka konsert