Tíðaravmarkað starv í Velbastaðar skúla

Starv í Velbastaðar skúla

Fyri lærara i barnsburðarfarloyvi verður lýst eftir lærara at byrja 19. august 2019:

Vit sóknast eftir lærara, ið kann vera flokslærari og undirvísa í hesum lærugreinum:

  • Føroyskum í 4. – 7. flokki
  • Ítrotti í 1. – 7. flokki
  • Enskum í 4. – 7. flokki
  • Tónleiki í 1. – 7. flokki
  • Náttúru/tøkni í 4. – 6. flokki

Starvið er tíðaravmarkað til og við medio apríl 2020. Lønarbrotið er 1,0.

Førleikakrav: Tú skalt hava útbúgving sum fólkaskúlalærari. Tað kann vera ein fyrimunur at hava linjulestur í føroyskum, tónleiki og/ella enskum.

Tann, ið sett/ur verður, skal

  • vera stundislig/ur og nærløgd/nærlagdur
  • vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð móti næmingunum
  • vera við til áhaldandi at menna skúlin
  • hava hug til samstarv og samskifti

Í læraraleiklutinum í Velbastaðar skúla leggja vit dent á

  • reflektión
  • fleksibilitetur
  • dynamikkur
  • kreativitetur

Lønar- og setanartreytir:

Talan er um tíðaravmarkað sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18,1 – 29,2.

Umsóknin, við CV, avriti av prógvi og møguligum ummælum, skal vera fyrstilæraranum í hendi í seinasta lagi hósdagin 6. juni kl. 12.00.

Umsóknin skal stílast til:

Velbastaðar skúli

Att.: Trine Joensen, fyrstilærari

Norðuri á heyggi 19

176 Velbastaður

Umsóknin kann eisini sendast við telduposti til trine.joensen¤skulin.fo

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Trine Joensen, fyrstilærari, á telefon 25 98 52

Vitjið okkum á www.vel.fo