Trivnaðarætlan fyri Velbastaðar skúla

Góður trivnaður er ein grundleggjandi fyritreyt fyri, at næmingar kunnu læra og mennast. Tað sama er galdandi, um starvsfólk skúlans skulu støðast og mennast.

Vit vil arbeiða fyri:

  • at góður trivnaður er í skúlanum sum heild, so øll kunnu trívast og kenna seg trygg
  • at øll vísa fyrilit, umsorgan og virðing hvør fyri øðrum
  • at øll royna at taka ábyrgd
  • at næmingar kenna seg at hoyra til
  • at gott samstarv er ímillum næmingar, lærarar, skúla og heim
  • at umstøðurnar á skúlanum bæði inni og úti eru mennandi

Hvussu arbeiða vit fram ímóti málunum?

Miðað verður ímóti at arbeiða fyri góðum trivnaði í skúlanum og góðum samskifti ímillum næmingar, lærarar og foreldur. Eisini verður arbeitt við at gera umstøðurnar á skúlanum góðar og positivar.

Trivnaður: Trivnaðartúrurin er afturvendandi har dentur verður lagdur á trivnaðin og at menna sosialar førleikar. Arbeitt verður við hugtøkunum ábyrgd, vinalag og tann góði skúlin. Sosiala umhvørvið er gott, virðiligt og viðurkennandi. Vit læra at vera saman á ein góðan hátt. Dentur verður lagdur á, at øll hava sama rætt til virðing. Arbeitt verður eisini við at styrkja sjálvsfatanina og ábyrgdarkensluna hjá hvørjum einstøkum. Trivnaðarsáttmáli verður orðaður og vit læra okkum at halda sáttmálan. Sáttmálin er ætlaður at vera stavnhaldið fyri samveruna í skúlanum, og venjingin til sosialt tilvitaðar persónar. Tað kann koma bæði okkum og næmingunum til góðar í skúlanum eins og í gerandisdegnum millum onnur menniskju, eftirsum sosiala tilvitið er ein tann mest eftirspurda kvalifikatiónin, tá fólk verða sett í starv í okkara tíð.

 

Samstarv – samskifti: Læraratoymið hevur ábyrgd av, at trivnaðararbeiðið verður gjørt. Dentur verður eisini lagdur á, at næmingarnir venja seg at samstarva í skiftandi bólkum tvørtur um floksmørk.

Næmingasamrøður:  Í sambandi við foreldraviðtalur, eru næmingarnir til samrøðu við flokslæraran 2 ferðir árliga.

Happing  Um tað vísir seg, at happing er, verða tiltøk sett í verk til tess at koma happingini til lívs.

Menning av skúlaøkinum:  Eitt gott og mennandi skúlaumhvørvi hevur stóran týdning fyri góðan trivnað. Tí mugu vit alla tíðina hugsa um og arbeiða við at gera skúlans øki mennandi, fjølbroytt og spennandi.

Felags upplivingar/ ymisk sosial tiltøk: Tað hevur týdning fyri samanhald og trivnað at fáa felags upplivingar. Skipað verður fyri tiltøkum fyri at fáa øll við.

Felags upplivingar eru t.d.

  • Trivnaðartúrur
  • Trivnaðarnevnd
  • Sáttmálin
  • Jólahald
  • Tunnusláing
  • Listaleypurin
  • Útferðir
  • Hugnaløtur
  • Sjónleikur
  • Evnisdagar
  • Seturskúlar
  • Spælibólkar
  • Onnur tiltøk
  • Ítróttardagar
  • Skúlarenning

Seinastu 2 tiltøkini eru samstarv við Nólsoyar og Kaldbaks skúla. SSS-samstarv. Hetta er við til at tryggja, at tey knýta bond, sum tey fáa gleði av í framhaldsdeildini, tá tey hittast aftur.

Heim og skúli: Tað er av stórum týdningi, at samstarvið ímillum heim og skúla er gott. Skúlin má gera sítt besta, og vit vænta, at foreldrini stuðla og hjálpa til.

Tað hevur týdning, at tey siga frá, um barn teirra ikki trívist, ella um tey hava varhugan av, at okkurt annað barn ikki trívist í skúlanum. Týdningarmikið er at læra børnini, at vit eiga at góðtaka og virða hvønn annan og taka ábyrgd í felagsskapinum. Foreldur verða kunnað um trivnaðarætlan skúlans, eins væl og nýggir lærarar verða kunnaðir.

Eftirmeting:
Vit eftirmeta trivnaðarætlanina seinast í skúlaárinum.