05. sep. 2025
Rennidagur.
Mánadagin 1. september var rennidagur á rennibreytini í Havn.
Dagurin var hildin saman við Kaldbaks og Nólsoyar skúla. Í ár var tað Kaldbaks skúli, sum skipaði fyri. Bussur koyrdi okkum av Velbastað til rennibreytina, har vit hittu hinar skúlarnar. Vit byrjaðu við upphiting og fóru so í holt við at renna.
Síðan gekk leiðin oman í Grasagarð, har vit ótu matpakka og hugnaðu okkum á spæliplássinum. Eisini fingu vit sunnkist og okkurt gott undir tonnina.
Takk fyri ein deiligan dag saman.