Vikuætlan.
-
Vikumappa til í dag
Lesibøkur
Vinarliga skrivið á lesikortið, tá ið tit lesa.
Sangur: "Líkagóð"
- Lesið sangin 3 ferðir heima og strikið undir:
- navnorð (blá)
- sagnorð (reyð)
- lýsingarorð (grøn).
- Finnið endarímini í sagninum
- Tosið heima um innihaldið í sanginum
- Skrivið ein stuttan samandrátt í grøna skriviheftið
Sálmur
Vit syngja og læra okkum sálmin "Nú skínur sólin bjarta og gyllir fjøll og líð" í skúlanum og heima. Les sálmin 3 ferðir og tosið um innihaldið. Leinki til sálmin: Skúlin í Eysturkommunu
Trivnaður
Vit tosa í skúlanum um hugtøkini "virðing," "ábyrgd" og "fyrigeving" og týdning teirra, og vit vilja heita á tykkum at gera tað sama heima. Vit vilja eisini, at tit tosa heima um hugtøkini "at vera fólkaligur" og "týdningin av samanhaldi." Tosið um, hvussu ein skúli sær út við og uttan hesi hugtøkini (virðing, ábyrgd, fyrigeving, fólkaligur og samanhald).
-
Danskt
Lesið kap. 3 í "De hemmelige youtubere."
-
Rokning
Heima: Síða 15 og 16 skulu gerast lidnar
+ venjið 4-tabellina