Búmerkið hjá felagnum
Heim /
Um skúlan

Um skúlan.

Góður trivnaður er fortreyt fyri, at næmingar kunnu læra og mennast.

Vit vilja arbeiða fyri at næmingar:

  • Kenna seg tryggar og trívast
  • Vísa virðing fyri hvørjum øðrum
  • Taka ábyrgd
  • Kenna, at tey hoyra til

Fyri at náa hesum málum leggur skúlin dent á hesi kjarnuøki:

Trivna, samstarv-samskifti, næmingasamrøður, eitt kveikjandi umhvørvi, felags upplivingar/sosial tiltøk, heim og skúli.

Trivnaður: Árligt trivnaðartiltak við denti á trivna og at menna sosialt tilvit og førleikar, har hugtøk sum ábyrgd, vinalag og tann góði skúlin eru á skrá.

Her læra vit at vera saman í einum góðum, virðiligum og viðurkennandi umhvørvi. Dentur verður lagdur á at styrkja sjálvsfatanina og ábyrgdarkensluna hjá hvørjum einstøkum - eins og sannkenningina um, at øll menniskju hava sama rætt til virðing. 

Samstarv og samskifti: Læraratoymini í ávísu deildunum hava ábyrgdina av, at trivnaðararbeiðið í teirra deild verður gjørt. Dentur verður lagdur á, at næmingar venja seg at samstarva í skiftandi bólkum og tvørtur um floksmørk. 

Næmingasamrøður: Samrøðurnar eru ætlaðar til at økja tilvitið hjá næmingunum um egna læring.

Eitt kveikjandi umhvørvi: Tað góða og mennandi skúlaumhvørvið er ein týdningarmikil viðspælari til góðan trivnað í skúlanum.

Heim og skúli: Skúlin virkar fyri góðum samstarvið við foreldrini og væntar somuleiðis, at foreldrini siga frá, um okkurt er heima ella í skúlanum, sum ávirkar trivnaðin ella læringina hjá barninum. 

Felags upplivingar: Felags upplivingar hava týdning fyri samanhald og trivnað. Gjøgnum skúlaárið verður skipað fyri tiltøkum, sum geva næmingunum góðar, felags upplivingar.

Felags upplivingar eru:

  • Trivnaðartúrur
  • Trivnaðarnevnd
  • Sáttmálin/stevna/stevnumið
  • Jólahald
  • Tunnusláing
  • Listaleypurin
  • Útferðir
  • Hugnaløtur
  • Sjónleikur
  • Evnisdagar/vikur
  • Setursskúlar
  • Spælibólkar
  • Ítróttardagar
  • Skúlarenning
  • Spæliliðið