Sorgarætlan

Tilbúgvingar- og sorgarætlan

Skúlin hevur tilbúgvingarætlan sum er amboð at brúka í teimum førum, har vit hava onkran, ið verður raktur av sorg. Hon skal somuleiðis gera starvsfólk í skúlanum tilvitað um tann leiklut, sum tey hava í arbeiði teirra, tá tað snýr seg um at taka hond um næmingarnar.

Endamálið er at seta orð á, hvussu vit gera, tá sjúka, deyði ella vanlukka rakar okkum í skúlanum, ella ein av nærmastu okkara.