Trivnaðarætlan
Góður trivnaður er fortreyt fyri, at næmingar kunnu læra og mennast.
Vit vilja arbeiða fyri at næmingar
- Kenna seg tryggar og trívast
- Vísa virðing fyri hvørjum øðrum
- Taka ábyrgd
- Kenna, at tey hoyra til
Fyri at náa hesum málum leggur skúlin dent á hesi kjarnuøki:
Trivna, samstarv-samskifti, næmingasamrøður, eitt kveikjandi umhvørvi, felags upplivingar/sosial tiltøk, heim og skúli.
Trivnaður: Árligt trivnaðartiltak við denti á trivna og at menna sosialt tilvit og førleikar, har hugtøk sum ábyrgd, vinalag og tann góði skúlin eru á skrá.
Her læra vit at vera saman í einum góðum, virðiligum og viðurkennandi umhvørvi. Dentur verður lagdur á, at styrkja sjálvsfatanina og ábyrgdarkensluna hjá hvørjum einstøkum, eins og sannkenningina um, at øll menniskju hava sama rætt til virðing.
Samstarv og samskifti: Læraratoymini í ávísu deildunum hava ábyrgdina av, at trivnaðararbeiðið í teirra deild verður gjørt. Dentur verður lagdur á, at næmingar venja seg at samstarva í skiftandi bólkum og tvørtur um floksmørk.
Næmingasamrøður: Samrøðurnar eru ætlaðar til at økja tilvitið hjá næmingunum um egna læring.
Eitt kveikjandi umhvørvi: Tað góða og mennandi skúlaumhvørvið er ein týdningarmikil viðspælari til góðan trivnað í skúlanum.
Heim og skúli: Skúlin virkar fyri einum góðum samstarvið við foreldrini og væntar somuleiðis, at foreldrini siga frá, um okkurt er heima ella í skúlanum, sum ávirkar trivnaðin ella læringina hjá barninum.
Felags upplivingar: Felags upplivingar hava týdning fyri samanhald og trivnað. Gjøgnum skúlaárið verður skipað fyri tiltøkum, sum geva næmingunum góðar, felags upplivingar.
Felags upplivingar eru:
- Trivnaðartúrur
- Trivnaðarnevnd
- Sáttmálin/stevna/stevnumið
- Jólahald
- Tunnusláing
- Listaleypurin
- Útferðir
- Hugnaløtur
- Sjónleikur
- Evnisdagar/vikur
- Setursskúlar
- Spælibólkar
- Ítróttardagar
- Skúlarenning