Heilsufrøðingur.
Heilsufrøðingur
Sissel Eyðfinnsdóttir er heilsufrøðingur í skúlanum. Hon er nakrar ferðir um árið í skúlanum og hevur viðtalur. Næmingarnir fáa tá kannað eygu og oyru - umframt mátað hædd og verða vigað. Heilsufrøðingurin tosar við øll børnini í bólkum og sum einstaklingar. Tó ber altíð til at venda sær til heilsufrøðingin umvegis telefon 562363 ella til t-post : sissele@gigni.fo, um okkurt er at spyrja um.