Foreldraráð.
Foreldraráðið
Umboð til foreldraráðini verða vald á árliga felagsforeldrafundinum. Ein kontaktpersónur verður valdur sum samskipari av tiltøkunum fyri hvørja deild. Høvuðsuppgávan er at skipa fyri tiltøkum, sum kunnu økja um samanhaldið millum næmingar, lærarar og heimið.
Reglur fyri foreldraráðini
§1. Foreldraráðini hava til endamáls at virka fyri áhugamálum, sum kunnu vera børnum og skúla at gagni, og stuðla skúlanum sum millumlið millum heim og skúla.
Foreldraráðið kann skipa fyri tiltøkum í samráð við skúlan, og veita eina hjálpandi hond, tá skúlin/lærari skipa fyri tiltøkum.
§2. Foreldraráðið kann vera hoyringspartur hjá skúla og skúlastýri, umboðandi foreldrini.
§3. Valið til foreldraráðini fer fram á fyrsta felags foreldrafundi í skúlaárinum.
§4. Tvey umboð verða vald fyri hvønn árgang. Høvuðshugsanin er, at tað er barnið, sum er umboðað av foreldrinum, og at foreldrini at einstaka barninum kunnu skiftast at møta í foreldraráðnum ella møta bæði.
§5. Skúlastýrislimir eiga ikki at verða valdir sum foreldraumboð.
§6. Nýggja foreldraráðið kemur saman fyrstu ferð í seinasta lagi tvær vikur eftir valið.
§7. Bók eigur at verða førd yvir, hvørji tiltøk foreldraráðið skipar fyri, nær tey eru, hvussu undirtøkan er og hvussu tiltakið er eydnast. Foreldraráðið hevur bókina í varðveitslu og letur hana ganga í arv til teirra, ið taka við.
§8. Foreldraráðið kann vísa skúlaleiðsluni og skúlastýrinum á átøk ella tiltøk, ið bøta um trivnaðin í skúlanum.
§9. Foreldraráðið er virkið, frá tí at tað verður skipað stutt eftir fyrsta felags foreldrafund í skúlaárinum til fyrsta felags foreldrafundin árið eftir.