Búmerkið hjá felagnum
13. aug. 2026

Vælkomin í 1. flokk!.

Mikudagin 12. august 2026 tóku vit ímóti hesum 4 fittu børnunum, sum høvdu sín fyrsta skúladag í Velbastaðar skúla. Vit ynskja teimum og foreldrunum hjartaliga vælkomin. Tey fara at ganga í flokki saman við 2. og 3. árgangi, og flokslærarar verða Súsanna Mørk og Dávur Simonsen.

Eisini Dávur er nýggjur í Velbastaðar skúla. Hann tók við føstum starvi 1. august. Vit ynskja eisini honum vælkomnum og hjartaliga til lukku við starvinum.

Vit gleða okkum til eitt spennandi ár fyri framman.