Búmerkið hjá felagnum
21. aug. 2026

Westward Ho.

Hósdagin 20. august 2026 vóru elstu næmingarnir fiskitúr við Westward Ho. Eisini fingu vit góða hjálp frá bæði pápum og einum abba.

Tað er áhugafelagsskapurin Sluppvinir, sum á hvørjum ári skipar fyri fiskikapping fyri 6. flokkarnar í Tórshavnar kommunu.

Henda frálíka seinnapartin møttu Velbastaðar- og Kaldbaksbørn niðri á Vestaru bryggju og mynstraðu umborð á Westward Ho. Komin í bjargingarvestar legði skiparin kós yvir um fjørðin at heinta nólsoyarbørn. Nú vit vóru fullmannað ráddi um at finna mið, og væl var miðjað. Bæði børn og vaksin fiskaðu óført, og tey heilt djørvu sluppu bæði at bløðga og kryvja eisini.  

Túrurin hesaferð eydnaðist stak væl. Veðrið fara frálíkt og tilsamans fiskaðu vit 67 fiskar. SIX SEVEN. 

 

Fleiri myndir.