Búmerkið hjá felagnum
21. sep. 2026

Rennidagur.

Mánadagin 14. september gekk leiðin út til Nólsoyar til rennidag. Rennidagurin verður nevniliga skipaður saman við Nólsoyar og Kaldbaks skúla. Hetta skúlasamstarv eru vit sera fegin um.

Bæði Velbastaðar- og Kaldbaksbørn møttu spent á Bursatanga, har ið Teistin legði at bryggju. Túrurin yvir um fjørðin tók á leið 20 min., og komin yvirum gekk leiðin niðan í Nólsoyar skúla.

Í skúlagarðinum sluppu næmingarnir at spæla eina løtu, áðrenn vit savnaðust til morgunsang í fimleikasalinum. Í Nólsoy syngja tey vanliga tríggjar sangir til morgunsang; ein barnasang, ein sálm og síðan ein enskan sang.

Nú var løtan komin at renna. Rennileiðin var niðri í bygdini. Hon var 1 kilometur til longdar og so ráddi um at renna so nógv sum gjørligt næstu tveir tímarnar. Velbastaðarbørn runnu tilsamans 172 kilometrar - 6,37 kilometrar í miðal.

Áðrenn leiðin gekk innaftur við Teistanum fingu vit sunnkist og karamel, ótu matpakka og hugnaðu okkum í skúlanum. 

 

Fleiri myndir.