21. sep. 2026
Trivnaðartúrur til Vestmannar.
Í Velbastaðar skúla seta vit trivnaðin í hásæti. Trivnaður er jú ein stór fortreyt fyri at læra. Eitt av trivnaðartiltøkunum í heyst var at fara við bussi til Vestmannar.
Leiðin gekk av Velbastað mikumorgunin 16. september 2026. Vit høvdu leigað Missiónshúsið, har ið:
- vit sungu morgunsang
- vit løgdu fram fyri hvørjum øðrum um tríggjar lutir, sum søgdu nakað um okkum sjálv
- blómubólkarnir bygdu skap burtur úr skúmgæti og spagetti - við at samskifta uttan orð
- lærararnir spældu leik
- blómubólkarnir spældu leik út frá samrøðumyndunum í Betri vinir-tilfarinum
- spæliliðið skipaði fyri spølum uttandura
- vit fóru niðan til Rannvá at eta pitsu
Alt í alt ein deiligur dagur, sum bæði børn og vaksin gleddust um.