Búmerkið hjá felagnum
23. apr. 2025

Lærarastørv í Velbastaðar skúla.

Tvey størv eru leys at søkja í Velbastaðar skúla

Lærarastørv í Velbastaðar skúla

Velbastaðar skúli søkir eftir samstarvshugaðum og fakliga sterkum lærarum til skúlaárið 2025/2026.

Eitt fulltíðarstarv, har undirvíst verður í 1.-6. flokki
Eitt hálvtíðarstarv, har undirvíst verður í forskúlanum

 

Starv við setanarbroti 0,5

Søkt verður eftir lærara til forskúlalíknandi tilboð, ið telur 3 næmingar í komandi skúlaári.

Talan er um tíðaravmarkað starv við setanarbroti 0,5.

Arbeiðstíðin í skúlanum er mánadag og týsdag frá 07:30 til 13:00.

Afturat hesum verður talan um fyrireiking og samstarv við foreldur og starvsfelagar.

Samstarv er millum forskúla og innskúlingina.

 


Starv við setanarbroti 1,0

Velbastaðar skúli søkir eftir lærara, sum kann undirvísa í hesum lærugreinum:

Støddfrøði og føroyskum í 1. flokki.

Svimjing í 1-6 flokki - umsøkjari skal hava staðið ella fara undir lívbjargingarskeið.

Enskum og donskum í miðdeild.

Viðkomandi verður flokslærari í 1. flokki.

 


Søkt verður eftir lærarum sum:

Sýna næmingunum og undirvísingini eldhuga

Duga væl at samstarva

Síggja foreldur sum ein týdningarmiklan viðspælara í fakligu- og námsfrøðiligu menningini.

 


Førleikakrøv:

Læraraútbúgving.

Lesandi, ið vera liðug við læraraútbúgving sína í summar, kunnu eisini á jøvnum fóti søkja starvið.

 


Skúlin:

Velbastaðar skúli er ein lítil skúli, har námsfrøðiliga- og fakliga menningin hjá hvørjum einstøkum næmingi hevur høga raðfesting.

Skúlin liggur mitt í einari náttúruperlu, sum gevur góðar møguleikar fyri at skipa undirvísing, spæl og annað uttandura.

Umleið 40. næmingar úr forskúla til 6. flokk fara at ganga í Velbastaðar skúla í komandi skúlaári. Fimm lærarar eru í starvi í skúlanum

 


Løn og setanartreytir

Størvini vera lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya lærarafelag í lønarflokki 18.1 – 29.2.

Setanin er frá 1. august 2025.

 


Umsókn:

Umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mikudagin 7. mai.

Viðmerk hvat starv søkt verður um.

Umsóknir skulu sendast til leivur.frederiksen@skulin.fo

 


Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til:

Leiv Frederiksen, skúlastjóra, á telefon 243204
Aftur