13. aug. 2025
10 næmingar byrjaðu í 1. flokki.
Hjartaliga vælkomin í skúla
Í dag var fyrsti skúladagur í Velbastaðar skúla. Næmingarnir gleddust um at hitta hvønn annan aftur, og serliga stuttligt var tað at taka ímóti 1. flokki, sum í ár verða heili 10 í tali. Vit gleða okkum til eitt spennandi ár fyri framman.