15. aug. 2025
Ein góðveðursdagur.
Í góðveðrinum í dag fór allur skúlin út at spæla saman.
Trivnaður hevur so sera stóran týdning í skúladegnum. At næmingarnir duga at spæla saman. Í dag sóu vit, hvussu raskir teir vóru at lova øllum uppí.
Vit ótu matpakkan uttandura, og tað verður heilt víst gjørt aftur. Tískil er umráðandi, at næmingarnir hava:
- Tveir matpakkar:
- Lítlan matpakka til lítla fríkorterið (frukt/breyð e.l.). Hesin skal verða pakkaður fyri seg, soleiðis at hann er lættur at taka við út
- Matpakka til stóra fríkorterið
- Drekkidunk, sum er fyltur heimanífrá
Vit endaðu sjálvandi dagin við at fáa okkum ís ;)