Búmerkið hjá felagnum
21. aug. 2025

Tónleikafrálæra - ukulele og guitar.

Næmingar í Velbastaðar skúla fáa nú aftur møguleikan at melda seg til tónleikafrálæru í ukulele og guitar. Tað er Guðrið Hansdóttir, sum undirvísir og verður á skúlanum hvønn fríggjadag. Fyrsti undirvísingardagurin verður 5. september.

Næmingarnir fáa undirvísing tveir og tveir saman í ca. 30 min.
1.-2. flokkur kunnu fáa undirvísing í ukulele.
3.-6. flokkur kunnu velja í millum ukulele ella guitar.
Um næmingar ynskja at fáa tónleikaundirvísing, skulu tey venja heima í minsta lagi 5 ferðir um vikuna :-)
Um tit eiga tykkara egnu ljóðføri, eru tit vælkomin at brúka tey, og annars kunnu ljóðførini lænast frá skúlanum.

Vinaliga útfyll hetta spurnaskjal, um tit ynskja tónleikafrálæru: https://forms.office.com/e/3j4QLC0vR5

Tilmeldingarfreistin er 1. september.