Búmerkið hjá felagnum
15. sep. 2025

Postarenning - virðing, ábyrgd og fyrigeving.

Mikudagin 10. september boðaði veðurforsøgnin frá góðveðri, og tí løgdu vit eina postarenning til rættis.

Komin í skúla vísti tað seg tó, at veðrið háttaði sær ikki heilt sum ætlað. Næmingarnir fóru tó treystir í holt við postarenning í bólkum. Bólkarnir vóru settir saman við næmingum úr øllum trimum deildum, og tey elstu fingu ábyrgd av, at øll í bólkinum komu við.

Heimafturkomin fingu vit eitt prát um virðing, ábyrgd og fyrigeving í samband við dagin. Vit hava t.d. virðing fyri, at øll skulu hava tað gott ein slíkan dag, vit taka ábyrgd av, at øll í bólkinum eru við, og vit fyrigeva, tá ið onkur ger eitthvørt, ið vit halda vera órættvíst á leiðini.

Fleiri myndir.