Búmerkið hjá felagnum
03. okt. 2025

Trivnaðarvika.

6.-10. oktober hava vit evnisviku og fara at seta sjóneykuna á trivnað við hugtøkunum: virðing, ábyrgd, fyrigeving og umsorgan. Deiligt, um tit eisini heima práta um hesi virðini, og hvønn týdning tey hava fyri okkum í gerandisdegnum.

Eins og blómur skulu plantast í góða jørð til tess at trívast, so mugu vit tryggja góðar umstøður í skúlanum, har vit øll skulu kunna mennast saman. Eins og blóman skal hava vatn, mugu vit í skúlanum skapa góð gróðrarlíkindi fyri læring. Eins og eitt blómutyssi er vakurt í sínum margfeldi av blómum, mugu vit fevna ymisleikanum í gerandisdegnum.

Næmingarnir eru hesa vikuna býttir í bólkar tvørtur um flokkar við hvør sínum blómunavni – og í hesum bólkum arbeiða tey saman um mangt og hvat. Vit hava m.a. morgunløtu, lesiløtu, skriviløtu, spæla spøl saman, arbeiða kreativt, har vit í øllum gerast tilvitað um leiklutin hjá hvørjum øðrum í skúladegnum í mun til trivnað, hvussu vit kunnu vera nakað fyri hvønn annan og tað umhvørvið, vit eru í. Hvussu eri eg besta útgávan av mær sjálvum/sjálvari?

Hósdagin 9. oktober fara vit dagstúr til Vestmannar, har vit hava leigað Missiónshúsið. Vit møta í skúlanum kl. 8.30, og leigubussur koyrir okkum til Vestmannar. Leiðin gongur aftur til Velbastaðar kl. 18.00. Kostnaður fyri túrin er kr. 100,- og vit rinda týsmorgunin 6. okt. (systkin rinda kr. 150 tilsamans). GG: Minnist til stóran, góðan matpakka og verið ílatin til veðrið.

Fríggjadagin 10. oktober gongur leiðin til Havnar at svimja. Vit møta í skúlanum kl. 8.15 og fara vit bussinum kl. 8.25 til Havnar. Vit eru aftur á Velbastað kl. 11.30. Vit hava tá heystfrí.