Búmerkið hjá felagnum
03. okt. 2025

Virkin oktober.

Gransking vísir, at tað at vera virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga er fyrsta stigið til at betra um og varðveita góða sálarliga og kropsliga heilsu.

Heilsustýrið skipar nú fyri fimtu ferð fyri átakinum "Virkin oktober". Tað snýr seg um at vera virkin, vera saman og at vera hugbundin. Eisini í skúlanum taka vit evnið upp og royna tey virkni, sum kalendarin leggur upp til: at vera virkin, at vera saman og at vera hugbundin.

Til ber at lesa nærri um átakið her: Virkin oktober 2025