Skíggjafría vikan – Nærveruvika í Velbastaðar skúla.
Í viku 44 luttekur Velbastaðar skúli í átakinum hjá Betri Trygging, sum varpar ljós á ovurnýtslu av skíggjum og teir trupulleikar, vit síggja hjá børnum og ungum. Átakið hevur til endamáls at skapa størri tilvit um týdningin av javnvág millum skíggjanýtslu og fysiska samveru – og at fáa meira nærveru inn í gerandisdagin.
Vit kenna øll avleiðingarnar av ovurnýtslu av skíggjum: trupulleikar við at savna seg, máltrupulleikar, einsemi, tunglyndi og skúlaaftran – ofta nevnt “TikTok-heilar”. Tí vilja vit í Velbastaðar skúla vera við til at seta fokus á nærveru og sosiala samveru.
Hvat hendir í viku 44?
Vit hava valt at gera viku 44 til eina skíggjafría viku, har fartelefonir verða bannaðar í skúlatíð hjá øllum næmingum. Her í Velbastaðar skúla hava lærararnir eisini samtykt at leggja telefonina burtur. Hetta fyri at geva pláss til veruliga samveru, spæl og samtalu – uttan skíggjar.
Eisini eggja vit tykkum til at vita SkíggjaSunn, áðrenn tiltakið byrjar.
Gáva frá Betri Stuðul
Sum partur av átakinum hevur skúlin fingið ein spennandi pakka við ymsum spølum frá Betri Stuðli, sum kunnu brúkast í fríkorterum og í undirvísingini – og stuðla undir felagsskap og gleði.
Vit gleða okkum til eina viku við minni skíggjum og meiri nærveru!