Búmerkið hjá felagnum
03. nov. 2025

Lummalyktalesing.

Hóskvøldið 30/10 savnaðust næmingar, foreldur, systkin og lærarar til lesiløtu í skúlanum.

Í elstu deild og í miðheiminum bar til at lesa upp fyri hvørjum øðrum, og í miðdeildini var púra kvirt, tí har lósu vit innantanna. 
Í myrkri og við lummalykt í hond lósu vit tilsamans 4.070 síður henda lítla tíman. Ein ótrúliga hugnalig løta, sum endaði við einum felagssangi í miðheiminum. Hjartans tøkk øll tit, sum vóru við til at gera løtuna so serliga. 

Fleiri myndir.