Búmerkið hjá felagnum
12. nov. 2025

Mín jólabók 2025.

Mín jólabók fyllir 75 ár í ár!  Mín jólabók 2025 er eitt gott alternativ til vanliga pakkakalendaran. Í bókini eru nógvar søgur, stuttligar yrkingar, flottar tekningar og øðrvísi ítriv at hugna sær við.

Bókin er býtt upp í 24 partar, so okkurt er at gera hvønn dag fram til jólaaftan. Um tær dámar stuttligar, spennandi ella kanska ræðandi søgur, so er bara at blaða upp og fara at lesa, tí alt hetta og meira er at finna í ársins útgávu. 

Til ber at ogna sær bókina her: Mín jólabók og keypa beinleiðis við gjaldskorti, ella tit fylla lepan út, sum allir næmingar hava fingið, og geva flokslæraranum saman við kr. 220,-.
Um tit keypa bókina áðrenn 15. november, so fáa tit hana áðrenn 1. desember.