25. nov. 2025
Vit skriva jólakort.
Í hesum døgum eru næmingarnir í øllum deildum í ferð við at skriva jólakort til onkran av sínum kæru.
Tað eru Føroyar lesa, Posta og Føroya lærarafelag, sum aftur í ár skipað fyri væleydnaða átakinum 'Vit skriva jólakort', har øll skúlabørn í Føroyum sleppa at skriva og senda tvey ókeypis jólakort til onkran, tey eru góð við.
Næmingarnir bæði skriva og tekna jólakort, læra at skriva á brævbjálvar og sleppa at smakka sermerkta smakkin á frímerkinum.
Ársins vakra jólakort hevur Lena Nicolajsen teknað.