Jólatræ og føðingardagur.
Mikukvøldið 3. desember kl. 18.30 verður jólatræið tendrað uttan fyri skúlan á Velbastað. Eftir haldið bjóðar Velbastaðar skúli til 25 ára føðingardag.
Í gjár vóru hesir báðir fittu frá kommununi og fingu okkum jólaljós á jólatræið, sum nú er klárt at tendrað mikudagin. Eisini slapp okkara Súsanna ein túr heilt upp í loft við lyftini.
Mikudagin fara vit eisini at hátíðarhalda 25 ára føðingardagin. Í ár 2000 stóð nýggjur skúli liðugur á Velbastað og varð tikin alment í nýtslu. "Nú er skúlin so liðugur, og vit kunnu ikki annað enn staðfesta, at her er høgt til loftið og vítt til veggja" segði táverandi skúlastjórin, Eyðbjørg Dalsgaard, tá ið lykilin til skúlan var handaður henni hin 19. sept. 2000.
Eftir jólatræshaldið letur skúlin dyrnar upp, og eins og til ein rættan føðingardag bjóða vit bollar & kakao og kakukonu & kakumann. Næmingar og lærarar gleða seg at bjóða tykkum vælkomin í føðingardag.