01. des. 2025
Prýða skúlan til jóla.
Jólahugnin er so smátt byrjaður at breiða seg, og einastu tíðina eru vit so smátt farin at rigga til jóla her í hugnaliga Velbastaðar skúla.
Fríggjadagin 28. november var heilt stóri dagurin, har ið stór sum smá hjálptust at við at prýða bæði skúlastovur og miðheimin. Jólaketur í meturvís eru settar saman og hongdar upp. Kertuljós, kavaflykrur, jólahjørtu og -stjørnur hugna um. Og so eru tíbetur eisini stundir til at hugna sær saman við eini bók ella einum borðspæli.
Foreldraráðið í elstu deild hjálpti til at skipa fyri morgunmati hendan morgunin, sum setti hugnaligan dám á løtuna.