Gleðilig jól og gott nýggjár.
Seinastu dagarnir fyri jólafrítíðina vóru merktir av jólastákan og hugna. Vit endaðu fyrru skúlahálvu við jólafest og jólagudstænastu.
Fyrst á morgni sungu og dansaðu vit um vakra jólatræið, sum næmingarnir hava prýtt. Síðani vitjaði jólamaðurin, sum segði seg vera komnan heilt úr Porkeri hendan morgunin, og stór frøi var um pakkarnar, hann hevði við sær. Vit endaðu løtuna við eini jólasøgu, sum minnti okkum á, at um vit fáa alt tað, vit peika á, so missa vit gleðina og spenningin, sum vit annars fáa av at gleða okkum.
Um kvøldið var jólagudstænasta í Ólavskirkjuni í Kirkjubø. Stuttligt var at síggja yngstu- og miðdeild ganga Lusia, og ikki sørt rørandi at hoyra elstu deild framføra jólasang og lesa upp fyri okkum. Eisini fara vit at nýta høvið at takka tykkum øllum, sum so fjølment møttu upp til hesa hugnaligu løtu.
At enda: Vælafturkomin í skúla í morgin! Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur til eitt nýtt og spennandi hálvár.