Búmerkið hjá felagnum
07. jan. 2026

Skreiðidagur.

Nú kavin hevur ligið so vakurt um landið seinastu dagarnar, nýttu vit høvið at fara at skreiða við øllum skúlanum.

Týsdagin 6. januar høvdu vit ein ordiliga hugnaligan skreiðidag í skúlanum. Næmingarnir skreiddu oman brekkurnar við fullari ferð, og har var bæði látur og spenningur, hóast tað var nakað hart at koma niðan brekkuna aftur. Veðrið var av tí allarbesta, og børnini hugnaðu sær óført – bæði tey, sum elska ferð, og tey, sum taka tað meir róligt.

Aftan á fríska luft og skreiðing fóru vit inn aftur í hitan, har kakao og heitir bollar bíðaðu okkum - onkur var tó, sum heldur vildi njóta søtu droparnar uttanfyri. Næmingarnir prátaðu og hugnaðu sær saman, meðan hiti kom aftur í fingrarnar.

Ein sera góður og minniríkur dagur fyri bæði stór og smá!

Fleiri myndir.