Búmerkið hjá felagnum
02. feb. 2026

Kvæðastevna í Norðurlandahúsinum.

Hósdagin 29. januar var elsta deild til kvæðastevnu í Norðurlandahúsinum.

At læra um kvæðir í 2026 er heilt serligt. Tí at læra kvæði er so sera nógv meir enn bara uttanatslæra. Á kvæðastevnuni lærdu vit kvæðir ígjøgnum drama, putlispæl, brosandlit, vit hoyrdu frásøgnirnar handan kvæðini, vit fóru sjálvsagt upp á gólv saman bæði í ringi og við dansispølum, fyri ikki at tala um, at vit sluppu at uppliva Hamradun framføra kvæðir live; tað rungaði í Stórhøll, tá ið flokkar úr øllum landinum trivu í Brestis kvæði saman við Pól Arna og vinmonnunum úr Hamraduni.

Fleiri myndir.