12. feb. 2026
Kvæðadagur í Velbastaðar skúla.
Týsdagin 10. februar var seinasti dagur fyri vetrarferiuna. Hendan dagin vitjaðu Nólsoyar og Kaldbaks skúli okkum til kvæðadag.
Vit høvdu heitt á Ung í dansi um at vera við, og eldhugað lærdu tey okkum ymisk dansispøl og skipaðu dansin. Bæði næmingarnir og vaksin vóru ikki sørt hugtikin av hesum ungu, sum íðin eru við til at halda lív í føroyska dansinum. Vónandi er onkur nýggjur spíri nú vaknaður.
Les meira um Ung í dansi her.