16. feb. 2026
Fastalávintshald.
Mánadagin 16. februar hildu vit fastalávintshald. Sum sigur er, endar føroyski dansurin á fastalávint, so tískil byrjaðu vit sjálvandi dagin við at fara upp á gólv.
Síðan fóru vit í hvør sína deild, har ið húsavørðurin hevði hongt okkum tunnur upp. Gassarnir sveiggjaðu høgt og hart. Og umsíður vóru tunnu- og kattakongar funnir í øllum deildum. Eisini valdu vit ársins grýlur í hvørjari deild.
Vit takka fyri ein deiligan dag og ynskja tykkum eitt gott grýlukvøld.