Búmerkið hjá felagnum
24. feb. 2026

Foreldrafundur - betri vinir.

Vit eru nú farin undir at arbeiða við tilfarinum Betri vinir. Í hesum sambandi verður skipað fyri foreldrafundi, har Áki Dyssegaard kemur at siga okkum frá tilgongdini.

Vanliga er foreldrafundurin serliga ætlaður foreldrum at næmingum í grunddeild (1.-3. flokkur), men eftir sum vit í Velbastaðar skúla hava avgjørt at arbeiða við Betri vinum í øllum deildum, fara vit at bjóða øllum foreldrum til henda áhugaverda og hugvekjandi foreldrafundin. Vónandi verða vit fjølment.

Foreldrafundurin verður í miðheiminum mánakvøldið 9. mars 2026 kl. 17.00.

Betri vinir er granskingargrundað tilfar, ið gevur okkum ítøkilig amboð til at skapa eina mentan við góðum og sunnum barnafelagsskapum, har vinaløg mennast og happing ikki sleppur at nørast.

Viðfest hesum brævi fáa tit tey fýra virðini hjá Betri vinum: Tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi. Vit arbeiða við virðunum í skúlanum og vóna, at tit eisini heima práta um virðini og heingja tey upp á sjónligum staði heima. Harumframt fáa tit eitt huglyftandi bræv frá Betri vinum við hugskotum til, hvussu foreldur kunnu hjálpa sínum barni at fáa góð vinaløg.

 

Við bestu kvøðu

Rannvá Matras-Olsen

Skúlastjóri