Búmerkið hjá felagnum
08. apr. 2026

Landsroynd 2026.

14.-17. apríl fara næmingar í 4. og 6. flokki til landsroynd.

Leiðreglur í sambandi við Landsroynd:

Internetið er í høvuðsheitum opið til royndarhaldið, og allir hjálpimiðlar eru loyvdir. Hetta merkir, at næmingurin kann reika frítt á internetinum og kann hava lærubøkur, uppgávur og annað tilfar við til royndarhaldið. Nýtir næmingurin CD-orð, so er tað eisini loyvt.
 
Næmingurin hevur ikki loyvi at brúka lummaroknara í støddfrøði. Tað er ikki loyvt at brúka lummaroknara á telduni/netinum. Heldur ikki er loyvt at nýta avritingarforrit t.d. (Photomath) til loysn av uppgávum í støddfrøði.
 
Næmingurin hevur loyvi til at samskifta við umsjónarfólkini/vaktirnar í royndarhølinum. Alt annað samskifti er ikki loyvt.

https://provstovan.fo/provstovan/folkskulin/tidarkarmar/landsroyndirnar