Búmerkið hjá felagnum
23. apr. 2026

Lívbjargaraskeið.

Mánadagin 20. apríl tóku Petur, Súsanna og Rannvá lívbjargaraprógv

Tað var Sørin S. Djurhuus frá Føroya lívbjarging, sum undirvísti. Hetta var ein stak mennandi og samansjóðandi dagur. Øll trý megnaðu m.a. at kava niður á 4 metra dýpi og bjarga eini dukku. 

Nú skúlin hevur heili tríggjar lívbjargarar, fór allur skúlin at svimja mikudagin aftaná.