Búmerkið hjá felagnum
01. mai 2026

LÚS - áheitan um at kemba.

Skúlin hevur fingið fráboðan um lús.

Vit heita tískil á øll foreldur um at:

  • kemba børnunum dagliga komandi tíðina
  • nýta lúsakamb í vátum hári (gerst best við balsami)
  • kanna eisini systkin og onnur í húskinum

Um lús verður staðfest, er umráðandi at:

  • fara í gongd við viðgerð beinanvegin
  • halda fram at kemba eftir viðgerðarleiðbeiningum
  • boða flokslæraranum frá, so vit kunnu fylgja støðuni
  • næmingarnir kunnu koma í skúla, um viðgerð er sett í verk.

Til ber at lesa meira um lús og viðgerð á heimasíðuni hjá Gigni

Vónandi fáa vit í felag bast lýsnum sum skjótast. Takk fyri gott samstarv.

Vinarliga
Velbastaðar skúli